Eystari landsrættur fer í dag undir at viðgera dómin, ið 47 ára gamli danski uppfinnarin Peter Madsen fekk í býarrættinum í Keypmannahavn 25. apríl í ár, tá hann bleiv dømdur lívlangt fongsul fyri at hava dripið svenska journalistin Kim Wall og fyri kynsliga skammfaring av líkinum.
Sostatt fekk Peter Madsen strangasta møguliga revsing fyri drápið, men hevur hann síðan valt at kært sjálva longdina av revsingini. Og tað er tað einasta, ið Eystara landsrættur nú skal taka støðu til. Hann hevur nevniliga ikki kært sjálvan úrskurðin, men einans revsingarásetingina.
Sambært Ritzau, so skal rætturin taka støðu til, um tað er í lagi, at Peter Madsen bleiv dømdur lívlangt fongsul. Rættarsiður er, at lívlangt fongsul einans verður dømt fyri tvey dráp ella fleiri.
Væntað verður, at Eystara landsrættur fer at brúka tríggjar dagar at viðgera málið, og at dómur verður sagdur í málinum 14. september.