Tað skal verða bannað at manna føroysk fiskiskip við undirløntari útlendskari manning.
Tað sigur Javnaðarflokkurin, sum nú leggur uppskot fram um málið.
Flokkurin sígur í tíðindaskrivi, at hóast samgongan feldi sama uppskot fyri einum ári síðan, roynir Javnaðarflokkurin nú enn einaferð at tryggja øllum manningum á føroyskum skipum løn sambært føroyskum sáttmála.
Hetta við at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap soleiðis, at treytin fyri at fáa og varðveita fiskiloyvi er, at manningin verður lønt sambært sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann vísir á, at seinastu árini hava alt fleiri skip mynstrað við bíligari útlendskari arbeiðsmegi. Hetta ber til, so leingi skipini halda seg uttan fyri 12 fjórðingar og ikki regluliga koma í føroyska havn.
Heldur hetta óskilið fram, er vandi fyri at talið av fiskiskipum við manning, lønt eftir sáttmála við føroysku manningarfeløgini, minkar burtur í einki. Tí ynskir Javnaðarflokkurin at geva løgtinginum møguleika fyri enn einaferð at taka støðu til, um tað skal vera ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi, at skipið hevur og virðir sáttmálar við føroysk manningarfeløg, sigur hann.
Sí lógaruppskotið her
Hoyr Aksel V. Johannesen grundgeva fyri uppskotinum: