Andstøðan í Løgtinginum er ikki liðug at fregnast eftir málinum um at loyva samkyndum at giftast. Í hesum sambandi hava tinglimir í andstøðuni longu boðað frá, at málið verður tikið upp aftur, tá ið Løgtingið kemur saman aftur á ólavsøku.
Men Jógvan á Lakjuni, tinglimur fyri Fólkaflokkin, ætlar ikki at lata málið liggja so leingi, tí hann vil nú hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í familjumálum, hvussu hon ætlar at seta broytingarnar í hjúnabandslógini, Løgtingið hevur samtykt, í verk.
Eitt, hann hevur í huganum, er, at samstundis sum at Løgtingið hevur samtykt at broyta hjúnabandslógina, er landsstýriskvinnan eisini farin undir arbeiðið at lata føroyskar myndugleikar yvirtaka hetta málsøkið frá donskum myndugleikum.
Í hesum sambandi vil tingmaðurin hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvat hon ætlar at raðfesta fremri -samtyktina um at loyva samkyndum at giftast, ella arbeiðið at yvirtaka málsøkið á føroyskar hendur.
Uppskotið um at loyva samkyndum at giftast, skal kortini ikki koma í gildi, fyrrenn stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini er strikað, ella broytt.
Hetta er lógargreinum sum sigur, at hjún, sum er borgarliga bígd, kunnu fáa hjúnalagið signað í kirkjuni. Men nú skal hendan greinin strikast, ella broytast soleiðis, at hon ikki umfatat samkynd hjún.
Jógvan á Lakjuni vísir eisini á, tá ið uppskotið um at loyva samyndum at giftast borgarliga, varð lagt fyri Løgtingið, hevði tað ikki verið nakrastaðni til hoyringar áðrenn.
Hinvegin skal uppskotið eisini viðgerast í fólkatinginum av tí at talan er um danskt málsøki, og síðani skal tað enn einaferð viðgerast í Løgtinginum.
Og í tí sambandi vil Jógvan á Lakjuni hava at vita frá landsstýriskvinnuni um hon fer at senda málið til hoyringar, næstu ferð, tað kemur til viðgerar í Løgtinginum.
Tveir stovnar, hann hugsar um, átti at sloppið at sagt sína hugsan, eru kirkjumyndugleikarnir í Føroyum og føroyska kirkjumálaráðið.
Og Jógvan á Lakjuni vil eisini hava at vita, nær tað er væntandi, at málið kemur fyri Løgtingið aftur.