Vil vita nær Føroyar sleppa á Nato fundir

Jenis av Rana vil hava at vita frá løgmanni, hvussu Føroyar kunnu sleppa við Danmark á Nato fundir

 

Hann hevur sett løgmanni ein grein 52 fyrispurning, har hann spyr, hvussu langt ætlanirnar eru komnar, um at senda ”ein føroyskan ministara” (sum løgmaður málber seg) saman við danska uttanríkisráðharranum á Nato fundir. Hann spyr eisini, um tað verður føroyski uttanríkisráðharrin, sum fer saman við danska ráðharranum á hesar fundir. Eisini spyr hann, um løgmaður metir, at hesar kreativu ætlanirnar, at javnseta ”ein føroyskan ministara” við donsk embætisfólk, mugu leggjast fyri Utanlandsnevndina ella Løgtingið til ráðførslu.

Løgtingsmaðurin sigur, at spurningarnir byggja á útsagnir løgmans í Kringvarpinum hóskvøldið, aftaná  júst lokna samstarvsfundin í Grønlandi 8. juni.

– Ætlanirnar føroyinga um at fáa atgongd til Nato fundir eru ikki nýggjar. Farna samgongan royndi tað hon kundi, men tó eydnaðist ikki at fáa Nato dyrnar opnaðar fyri føroyska uttanríkisráðharranum.

– Vit munnu vera fleiri, sum hildu okkum hoyra skeivt, tá Løgmaður, eftir at hava gjørt vart við, at Føroyar ynsktu at verða við á Nato fundum, legði afturat, at, og her verður endurgivið frá útvarpssamrøðuni: ”har tað er møguligt sjálvandi hjá danska uttanríkisministaranum, hann hevur embætisfólk við, har kundi hann eisini havt ein føroyskan ministara við, soleiðis at vit beinleiðis eisini hava møguleika á fyrstu parket at hoyra tað, sum verður sagt og hvat liggur í kortunum, sigur Jenis av Rana.