Samgongan hevur ferð eftir ferð ført fram, at øll skulu sleppa at bjóða seg fram til tað, sum tað almenna hevur at bjóða út.
Tað staðfestir Jørgen Nclasen tingmaður.
Men nú vil hann hava at vita um hetta bara er galdandi fyri summi viðurskifti, ella um tað er soleiðis, at undir ávísum umstøðum vera tað bara nøkur fá, sum vera vald burturúr.
Og tað vil hann nú hava Sirið Stenberg landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, at greiða Løgtinginum frá. Í hesum sambandi skal Kristina Háfoss upplýsa fyri Løgtinginum, um almenni innkeypsportalurin varð brúktur, tá ið innbúgvið til Heilsu- og Innlendismálaráðið varð bjóðað av nýggjum.
Hann vil eisini hava at vita, hvussu stórur munur var á tilboðunum, og um tikið varð av bíligasta boði.
Jørgen Niclasen sigur, at tað er staðfest, at landið hevur spart nógvan pening við at brúka innkeypsportalin. Men í fjør varð innbúgvið til Heilsu- og Innlendismálaráðið bjóðað út. Men tað varð ikki bjóðað út alment, men ímillum nakrar úrvaldar veitarar.
Fortreytin var, at prísurin taldi bara 20 prosent av tilboðnum.
- Tað er mestsum tað sama, sum at siga, at prísurin telur einki, sigur Jørgen Niclasen. Hann leggur afturat, at veitararnir fingu bert eina viku at koma við boði.
Tá reisti hann málið í Løgtinginum og eftir tað varð boðið tikið aftur, og innbúgvið varð bjóðað út av nýggjum, har prísurin skuldi telja meiri.
- Hetta landsstýrið sigur seg vilja loyva øllum at bjóða, men her má spyrjast um innbúgvið varð bjóðað út alment á innkeypsportalinum, ella um tað fyrra boðið varð endurtikið, har nakrir úrvaldir veitarar sluppu at bjóða upp á innbúgvið.
Jørgen Niclasen hevur frætt, at tað varð ikki tikið av bíligasta tilboðnum og tí vil hann eisini hava at vita, hvussu stórur munur var á tilboðinum - og um tikið varð av lægsta boði.