Føroyingar elska tónleik og dans. Tað er sunt fyri likam og sál at dansa. Dansurin hevur somuleiðis tann eginleika at vaksin pør fáa eina stund saman uttan Facebook, iPhone, sjónvarp og annað fjas. Dansurin gevur gleðina frá tónleiki, vælveruna frá rørsluni og eydnuna frá samveruni. Dansiskeiðið er fyri øll og krevur ikki, at ein hevur dansað fyrr. Soleiðis siga fyrireikararnir dansifrálæru, sum er í Dansifrøi í Havn.
Tað eru Dansifrøi og LS Dans, sum samstarva um ein leist, har arbeitt verður saman við kenda dansiskúlan í Århus, Lets Dance, sum Marianne Eihilt eigur. Peter Stokkebroe, sum er fleirfaldur heimsmeistari,og hevur ítróttarligu ábyrgdina í Lets Dance fer at hava ábyrgdina av at skipa dansifrálæruna og verður høvuðslærari.
Ætlanin er at skipa soleiðis fyri, at Peter Stokkebroe kemur til Føroyar mánaðarliga at undirvísa. Undirvíst verður í latindansunum samba, cha-cha-cha, jive, rumba og standarddansunum vals, tango, slow fox og quickstep. Hetta er dansirnir vit síggja í undirhaldssendingini Vild med dans.
Undirvísing verður tær tríggjar vikurnar ímillum at LS skeiðini eru tað verða hjúnini Vidtfeldt og Ingibjørg Kristiansen, sum skipa fyri tí. Dansiskeið verða bæði fyri vaksin, ung og børn. Undirvísing verður mikudag seinnapart fyri børn og ung og mikukvøld fyri vaksin. Sí meira á www.bricksite.com/dansfo og www.dansifroi.fo