Vildi berjast inni í Auto

Hóast keðiliga veðrið var nógv fólk í býnum og løgreglan hevur verið á varðhaldi í alla nátt.

Hóast keðiligt veður í nátt er líkt til, at dansistøðini hava  megnað at lokka fólk í býin at halda allahalgannanátt.

 

Av løgreglustøðini í Havn siga tey at nógv fólk var í býnum og at tað til tíðir var heldur rokaligt. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at løgreglan hevur havt nógv at gera, men at tað tívetur ongantíð var talan um nakað álvarsamt ella nakað harðskapsmál.

 

Fólk hildu eisini á leingi, og so seint sum tveir minuttir yvir sjey í morgun var løgreglan tilkallað fyri seinastu ferð.

 

Tá ringdu tey av bilstøðini Auto í miðbýnum og bóðu um hjálp, tí at tað bryggjaði til bardaga inni á støðini. Talan var um eitt par, sum var farið at skeldast uttan fyri støðina og tá tónin byrjaði at blíva heldur hvassur, valdi kvinnan at rýma inn á støðina undan uppøsta manninum. Maðurin royndi síðani at koma inn eftir henni og tá var tað, at løgreglan varð boðsend. Teir komu á staðið, áðrenn nakað harðligari spurdist burtur úr málinum, og fingu sissa parið.