Vildi raðfesta Nólsoyarferju

Saman við Bill Justinussen mælti Jørgen Niclasen til, at raðfest varð soleiðis, at pláss eisini var fyri nýggjari Nólsoyarferju. Men ímillum milliarda íløgur komandi árini varð ikki pláss fyri 40 milliónum til nýggju Nólsoyarferjuna.

Fíggjarnevndarformaðurin endaði í einum minniluta, tá fíggjarkarmurin fyri komandi ár skuldi smíðast. Og so útihýsti makrelsamgongan nýggjari Nólsoyarferju komandi fimm árini.
- Í uppskotinum hjá Bill Justinussen og mær høvdu vit sett rúm fyri einari Nólsoyarferju. Vit høvdu somu upphædd – 315 milliónir um árið – sum makrelsamgongan, men vit høvdu raðfest øðrvísi. Vit vónaðu tó at fáa undirtøku í Løgtinginum fyri okkara uppskoti, men tað fingu vit ikki, sigur Jørgen Niclasen.
Við at raðfesta nýggja Nólsoyarferju frammaliga, má rímiligtvís okkurt annað raðfestast lægri.
- Fyri tað fyrsta er íløguætlanin, sum nú er samtykt, ógvuliga niðursjóðað, so tað er lítið spjatt um landið. Vit hava tí valt at dríggja nakað at teimum byggingum, sum eru í gongd og kanska bíða út um hesi fimm árini, og heldur raðfest meira kring landið, millum annað til eina Nólsoyarferju. So talan er bert um eina raðfesting, har vit hava raðfest Nólsoyarferjuna fram um aðrar íløgur, sigur Jørgen Niclasen.
Ein av stóru verkætlanunum, sum standa fyri framan, er skúlamiðdepilin í Marknagili.
- Vit hava valt at raðfesta soleiðis, at tann verkætlanin skal taka eitt ár longri, enn tað, sum makrelsamgongan samtykti. So tú kanst siga, at vit raðfestu eina Nólsoyarferju saman við skúlamiðdeplinum í Marknagili, meðan makrelsamgongan raðfesti skúlamiðdepilin upp á bekostning av einari Nólsoyarferju, sigur Jørgen Niclasen.

Ætlanin søkt
Fíggjarnevndarformaðurin sigur, at tað hevur sínar fyrimunir at dríggja Marknagilsdepilin.
- Tað er serliga á tveimum økjum, vit vinna. Eitt er, at vit fáa rúm fyri øðrum íløgum, men tað er eisini við til at tryggja, at tað verða føroysk feløg, sum byggja. Skal ein Marknagilsdepil gerast við ein slíkan skund, sum kanska onkur vil, so má tað bjóðast út í einari enterrprisu, har kanska eingin føroysk fyritøka sleppur framat at bjóða. Vit hava greiðar ábendingar um, at verður bjóðað út í smærri enterprisum er munandi størri møguleiki fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu bjóða og fáa arbeiðið, sigur Jørgen Niclasen.
Fyrr í vár vildi Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, kanna møguleikan fyri at flyta 20 av teimum 25 milliónunum, sum kortini ikki vórðu nýttar, frá einum havrannsóknarskipi til nýggja Nólsoyarferju, og tað hevði fíggjarnevndarformaðurin ikki verið avvísandi yvirfyri.
- Har verða í mesta lagi nýttar fimm av teimum 25 milliónunum í ár, so tað hevði avgjørt verið ein møguleiki at flutt tær 20 milliónirnar frá einum havrannsóknarskipi yvir á eina Nólsoyarferju, men tað fekst ikki meiriluti fyri. Men harfyri nýtist hugskotið ikki at verði slept, og vit fingu sum nevnt rúm fyri tí í okkara uppskoti, sigur Jørgen Niclasen.
Møguleikin hevur verið umrøddur í Fíggjarnevndini.
- Men ein meiriluti í Fíggjanevndini hevur als ikki vilja hoyrt talan um at pilka við játtanina til havrannsóknarskip, og sum sæst á løguætlanini, er tað bara Bill Justinussen og eg, sum vilja hava eina Nólsoyarferju á har, sigur Jørgen Niclasen.