Víkingur ynskir hondbóltinum alt tað besta
Tað er framvegis óvist um føroyska A-landsliðið í hondbólti fær meldað lið til HM-undankappingina, ið byrjar í heyst. Ítrottarliga er eingin forðing, men vantandi heimavøllurin hevur givið so stórar eykaútreiðslur, at Hondbóltssamband Føroya vantar eina millión í síni fíggjarætlan. Tí kann gerast neyðugt at A-landsliðið ikki kann melda seg til HM-undankappingina.
Hondbóltslandsliðið fekk um vikuskiftið stuðul frá Víkingi. Eftir dystin ímillum Víking og TB nýtti liðskiparin Atli Gregersen høvið at senda eina heilsu til hondbóltslandsliðið í beinleiðis samrøðu við FM1.
-Vit í Víkingi skilja á lagnum at har manglar ein millión. Vit fáa ikki hjálpt tykkum, men vit vildu gjarna, sigur Atli Gregersen, ið er liðskipari hjá bæði Víkingi og landsliðnum.
Liðskiparin hugleiðir um, at fótbólturin kundi hjálpt til við at savna pening inn og staðfestir: Føroysk ítrottarfólk skulu kappast á altjóða støði, tað er einki at ivast í.