Men tað er kanska ikki allur sanleikin.
Blaðið Aftenposten skrivaði í gjár um ein fiskaútflytara í Norðurnoregi, sum hevði sent 18 tons av toski til Danmarkar. Tá tann danski keyparin fekk fiskin, boðaði hann útflytaranum frá, at fiskurin var ikki nóg góður, og at hann tí ikki vildi rinda tann avtalaða prísin fyri hann. Hinvegin var keyparin sinnaður at keypa fiskin fyri ein minni prís.
Tað vildi útflytarin Finnmarksfisk ikki góðtaka og bað um at fáa fiksin aftur. Tá fiskurin so kom aftur til Norðurnoregs, lat Finnmarksfisk ein vrakara kanna fiskin í bingjunum. Niðurstøðan hjá honum var, at fiskurin var ikki fyrsta floks, men at hann væl kundi seljast sum matvøra.
Rune Holmen í Finnmarksfisk sigur við Aftenposten, at teir nú hava gjørt av at salta fiskin og at senda hann til Portugals. Sjálvt um portugisar hava rættiliga strong góðskukrøv, ivast hann ikki í, at teir fara at rinda vanligan prís fyri hendan fiskin.
Rune Holmen sigur, at teir hava ofta trupulleikar við keyparunum á ES-marknaðinum hesa tíðina á árinum, tí keypararnir vita, at nógvur fiskur er á norska marknaðinum. Tí nýta keypararnir høvi at royna at trýsta norsku útflytararnar til at seta prísin niður, og tað verður m. a. gjørt við at siga, at fiskurin er rotin ella vánaligur, sigur stjórin í Finnmarksfisk.
Í Fiskivinnustýrinum vátta tey, at tey eru vitandi um, at ES-keyparar leggja trýst á norsku útflytararnar, tá nógvur fiskur er á norska marknaðinum.