Hanus Thorleifsson var ikki í iva um, hvør størsta orsøkin til góða B36-avrikið sunnudagin var.
- Vit vóru sera uppsettir. Vit vildu allir sum ein vaska hatta avrikið móti KÍ av okkum, og tað haldi eg, at vit megnaðu.
Nú hevur verið nógv tosað um, hvørji lið eru inni ella úti í endaspurtinum. Er B36 enn við í gulldystinum?
- Tað vilja vit í øllum førum vera, men tað verður sera trupult. Bæði tí tað eru fimm stig upp, og tí skráin hjá EB/Streymi sær at kalla yvirkomulig út. Tað einasta, sum vit kunnu gera, er at vinna okkara. Og so annars bara vóna tað besta, helt Hanus.