Vildu vinna

Kvinnuliðið í Havnar Fimleikarafelag fekk eitt annaðpláss í Danmarksmeistaraskapinum í rútmiskum fimleiki. Munurin upp til vinnaran var tó so mikið lítil, at tað var ikki sørt, at tær føroysku høvdu hug at ergra seg

Kvinnurnar úr Havnar Fimleikarafelag, sum luttóku í DM í fimleiki um vikuskifti, fingu eitt munandi betur úrslit enn seinast.
Í fjør bleiv tað til eitt fjórða pláss, meðan tær fingu eitt annað pláss í ár, og var munurin upp til vinnaran so mikið lítil, at tað kundi sum onki farið báðar vegir. Tað gjørdi so, at kvinnurnar vóru eitt sindur harmar, men tó ikki vónbrotnar um úrslitið.
? Tá tær høvdu verið á gólvinum, høvdu tær eina kenslu av, at tað rættuliga væl, og tá munurin var so lítil, so er tað argiligt, at tað ikki skuldi blíva til eitt fyrstapláss, sigur Guðrun Gudjónsson, samskipari hjá Havnar Fimleikararfelag.
Tá øll liðini høvdu verið á gólvinum, fingu tey stig. Og tá avtornaði var munurin millum Greve, sum vann kappingina og Føroyar so lítil, sum hann kundi vera.
Í fríu seruni fingu Greve 19,0 stig, meðan Føroyar fingu 18,95 og í amboðs seriuni fingu donsku kvinnurnar 18,45 og tær føroysku 18,05. So talan var um sera lítlan mun á liðunum. Nummar trý bleiv Esbjerg við 35,6 stigum.

Góð skoðsmál
Guðrun sigur, at føroysku kvinnurnar fingu avbera góð skoðsmál bæði frá dómarum, áskoðarum og hinum liðunum, sum hildu tað vera avbera flott, at tær megnaðu at vinna eitt annaðpláss.
Guðrun heldur, at støðið á donsku kappingini er á einum sera høgum støði, og ivast hon ikki í, at slíkur møguleiki er við til at menna føroyskan fimleik og at lokka fleiri til.
? Tað er bara ein kapping um árið í Føroyum, so tað er onki at taka seg aftur í, at hendan kappingin er ein gularót til føroysku fimleikararnar, sigur hon og leggur afturat, at tað somuleiðis fær føroyskum fimleikararnar at kempa meira.
Eisini tað gott fyri føroyingar at kunna síggja onnur lið og harvið fáa íblástur og kontaktir uttan fyri landoddarnar.
Guðrun sigur, at tey tosaðu eisini við onkran um at fáa fólk hendan vegin at halda skeið.
Sum við gentuliðinum, sum fyri einari viku síðani vann gull, fingu kvinnurnar tó onki heiðursmerki, tí tær vóru gestalið. Men heiðurin av at vera næstbestar í ríkinum kann ongin tó taka frá teimum.
Fimleikurin fer nú í summarfrí og byrjað verður aftur í september.