Vilhelm hamraði 10 bóltar í kassan fyri Fram

Føroyingaliðið í Reykjavík tapti í fyrsta dystinum, men Vilhelm Poulsen fekk eina rimmar byrjan

Føroyingaliðið í Reykjavík, Fram spældi fyrsta dystin hetta kappingarárið á útivølli móti Haukum ígjár.

 

Vilhelm Poulsen gjørdi veruliga vart við seg fyri Fram við at skjóta heili 10 mál í dystinum, ið Fram tapti tepurt 27-29. Rógvi Dal-Christiansen skoraði tvey mál fyri Fram.

 

Fram byrjaði sambært Morgunblaðnum væl og legði seg á odda 4-1, men løtu seinni hevði Haukar javnað til 4-4. 

 

Haukar var á odda 13-11 í steðginum, og tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Fram til 13-13, men so fekk Haukar eina leiðslu uppá 17-13, og nærri enn tveimum málum kom Fram ongantíð leiðsluni hjá Hauki. Tá avtornaði hevði Haukar vunnið 29-27.

 

Komandi hóskvøld tekur Fram móti Selfossi á heimavølli.