25 ára gamli Vilhelm Vilhelmsen úr Team Klaksvík var í morgun úttikin til A-landsliðið, og tað vóru fá, ið høvdu væntað hetta. Sjálvur hevði høgri vongurin heldur ikki væntað at fingið landsliðsboð
- Nei, tað hevði eg ikki væntað. Tað kom sum eitt gott sjokk í morgun, sigur ein sera fegin Vilhelm Vilhelmsen og leggur afturat:
- Kenslan er fantastisk. Eg eri errin. Tað er ikki hvønn dag, ein sleppur at smoyggja eina landsliðstroyggju um høvdið, so eg eri glaður.
Vilhelm Vilhelmsen byrjaði ikki at spæla hondbólt fyrr enn hann var 16 ára gamal, og nú sløk tíggju ár seinni skal hann við landsliðnum fyri fyrstu ferð.
Klaksvíkingurin greiðir frá, at landsliðsboð vóru púra óhugsandi fyri fáum árum síðani, har hondbólturin ikki altíð var tikin í nóg stóran álvara.
- Tað hevur ofta verið tungt at spæla við Team Klaksvík, sigur nýggi landsliðsleikarin, ið áður hevði langt millum úrslitini í Team Klaksvík
Men fyri einum tveimum árum síðani byrjaði tað at bragda. Liðið gjørdist sterkari, og vongurin byrjaði at spæla javnt betri sum tíðin leið. Hann hevði eitt avbera gott kappingarár í fjør og hetta var eisini viðurkent við at Vilhelm Vilhelmsen verður liðskipari hjá Team Klaksvík í ár.
Vilhelm Vilhelmsen ásannar tó at har eru nógvir um boðið á høgra vongi. Eitt nú eru Allan Norðberg og Nicklas Selvig ikki við orsakað av at teir eru upptiknir í feløgum sínum.
Men klaksvíkingurin ætlar sær at taka av møguleikanum, ið hann nú hevur fingið við at gera sítt besta og venja hart.
- Eg geri bara mítt allarbesta, og so má venjarin meta um eg eri nóg góður, staðfestir Vilhelm Vilhelmsen