Vilhelm Johannesen 65 ár

Seinasta leygardag fylti Vilhelm Johannesen, tingmaður 65 ár. Vilhelm Johannesen varð føddur 4. august 1942 í Klaksvík og er sonur Estrid og Bethuel Johannesen. Politiska yrkisleiðin hjá Vilhelmi byrjaði, tá hann sum 37 ára gamal  í 1979 gjørdist landsstýrismaður. Hetta komst av, at Jacob Lindenskov, sum tá var landsstýrismaður, við 1255 atkvøðum varð valdur á Fólkating, eftir at Johan Nielsen gjørdi av ikki at stilla upp aftur. Vilhelm var næstvaldur á listanum við 867 atkvøðum, og tað fall honum í lut at taka við landsstýrissessinum eftir Jacob Lindenskov. ? ?Við løgtingsvalið í november 1980 varð Vilhelm fyrstu ferð valdur, og hevur sitið á tingi síðani burtursæð frá tíðarskeiðnum 1985 – 1989, tá hann var landsstýrismaður. Nú Vilhelm fyllir 65, hevur hann sostatt sitið 27 ár á tingi.? ?Vilhelm hevur verið landsstýrismaður í tveimum umførum. Fyrstu ferð frá 1979 – 1981 sum landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum, arbeiðsmarknaðarmálum og ídnaðarmálum. Seinna skeiðið var fra 1985 – 1989 við málsøkjunum aling og ídnaður, ferðavinna, onnur sjóvinna, arbeiðsmarknaðarmál og lógarmál. Vilhelm gjørdist sostatt fyrsti landsstýrismaður í alimálum.? ?Á tingsins røðarapalli er Vilhelm sum tikin úr leikum, og minnið hevur hann sum fáur. Væl er hann skorðin fyri tungubandi, og pennurin góður.? ?Sum blaðstjóri á Sosialinum frá 1972 – 1979 vísti hann síni kynstur sum debatørur. Tá tað kom fyri, at fax´ið ikki riggaði, og ein oddagrein var strandað í Klaksvík tók hann hornið, og las hana upp yvir telefonina. Og skuldi ein grein fáast til vega í skundi, ja so var telefonin brúkt, og Vilhelm dikteraði “...og hvat gjørdi Pauli Ellefsen? Hann stakk halan millum beinini og rýmdi!”. Uttan pappír og blýant risti hann burturúr ermuni uttan stórvegis hóvasták. ? ?Tíðarskeiðið 1973 – 1975 var Vilhelm blaðstjóri burturav. Hetta var eisini um tað mundið Sosialurin setti tey fyrstu blaðfólkini Jákup N. Nielsen og John Sigurd Johannesen.? ?Fleiri føroyingar vóru tá niðri og lósu til journalist. Útbúgvingin var skipað, sum nú, við skúlatíð og praktikktíð. Tey, sum ynsktu í prakktikk hjá bløðunum í Føroyum høvdu tó ikki møguleika, tí einki blað var góðkent praktikkpláss. ? ?Vilhelm fekk tó Sosialin góðkendan sum prakktikkpláss, tá hann sendi rektaranum á journalistskúlanum bræv saman við einari frágreiðing um Sosialin og nøkrum útgávum. Teir fyrstu praktikantarnir vóru Johan Mortensen, Jan Müller og Jógvan Jespersen, sum allir eru rættiliga kendir innan fjølmiðlaheimin í dag.? ?Av politiskum álitisstørvum kann nevnast, at Vilhelm hevur verið limur í starvsnevnd Javnaðarfloksins frá 1972 til 2003, fíggjarnevndarlimur 1989 – 1996 og aftur frá 2004 til í dag. Vilhelm var formaður í Føroya kommunufelag 1979 – 1981, tá IRF varð sett á stovn.