Vilhelm og liðfelagarnir halda seg á sigurskósini

Lemvig-Thyborøn vann annan dystin á rað

Aftaná nógva mótgongd er tað farið at bragda hjá Vilhelmi Poulsen og liðfeløgunum í Lemvig-Thyborøn í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Aftaná 12 teir fyrstu dystirnar í bestu deildini hevði liðið bert fýra stig.

 

Men nú hevur liðið vunnið tveir dystir á rað, og hevur vunnið seg upp á átta stig.

 

Lemvig-Thyborøn vann í dag á heimavølli 30-27 á Midtjyllandi. Heimaliðið legði góðan botn í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Lemvig-Thyborøn á odda 16-12. 

 

Vilhelm skoraði eitt mál fyri Lemvig-Thyborøn í dag.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Lemvig-Thyborøn á útivølli móti Fredericia.

 

Støðan: 

 

 

 

Nr.LIÐ:DystirStig
1Aalborg1425
2GOG1425
3Bjerringbro/Silkeborg1420
4KIF Kolding1420
5Skjern1419
6Ribe-Esbjerg1314
7Skanderborg Aarhus1414
8Fredericia 1414
9TTH1313
10SønderjyskE148
11Lemvig-Thyborøn148
12Mors-Thy148
13Nordsjælland146
14HC Midtjylland140