Vilhelm og liðfelagarnir máttu lúta fyri Aalborg

Lemvig-Thyborøn eru fjórðaftast í bestu donsku hondbóltsdeildini

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn tóku í dag móti toppliðnum, Aalborg við Ároni Pálmarsyni og Mikkel Hansen á liðnum í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Aalborg sum er næstfremst í deildini vann greiðan 36-29 sigur. Í steðginum var Aalborg á odda 18-13.

 

Vilhelm skoraði eitt mál fyri Lemvig-Thyborøn í dag.

 

Lemvig-Thyborøn eru fjórðaftast í deildini við átta stigum. Átta stig eru upp til Fredericia, ið er á áttanda plássinum við 16 stigum. Átta tey fremstu liðini fara víðari til endaspælið. Liðini sum enda nummar níggju til trettan skulu spæla um at sleppa undan at flyta niður í næstbestu deildina.

 

Komandi hóskvøld spælir Lemvig-Thyborøn á útivølli móti Holstebro.