Vilhelmina Larsen fær Barnamentanarvirðislønina

? Vilhelmina Larsen í Dali fær Barnamentanarvirðislønina 1999, tí hon í virki sínum gjøgnum mong ár hevur vakt ans fyri føroyskum skjaldrum og barnaspølum, sigur nevndin fyri Barnamentanarvirðislønina m. a. í grundgevingini

Barnamentanarvirðislønin hjá Skúlabókasavnsfelagnum verður í ár latin Vilhelminu Larsen.

Virðislønin verður handað á almennari samkomu í hølunum hjá Grímu í Gamla Meiarínum í Havn, í dag kl. 1730.

Nevndin fyri Barnamentanarvirðislønina sigur í grundgeving síni:

? Vilhelmina Larsen í Dali fær Barnamentanarvirðislønina 1999, tí hon í virki sínum gjøgnum mong ár hevur vakt ans fyri føroyskum skjaldrum og barnaspølum ? ja fyri føroyskari barnamentan sum heild.

Hon eigur stórt og fjølbroytt ríkidømi at oysa av ? og tað ger Vilhelmina fegin.

Vilhelmina dugir á sjáldsaman hátt at knýta ættarlið saman, og soleiðis er hon við at skapa flógvar løtur og gera børn og eldri meira sjónlig í okkara samfelag, har gerandisdagurin annars kann sýnast nakað ovbyrjaður.?

Skúlabókasavnsfelagið, sum er eitt áhugafelag av skúlabókavørðum og lærarum, sum arbeiða á skúlabókasøvnum, tók í 1985 stig at stovna Barnamentanarvirðislønina.

Felagið letur í einstøkum førum virðisløn fyri barnamentanararbeiði. Virðislønin er ætlað felagsskapum og persónum, sum á ymiskan hátt hava arbeitt fyri og stuðlað føroyskari barnamentan.

Virðislønin er ein plakat (gjørd úr áseymaðari mynd), sum listakvinna Astrid Andreassen hevur gjørt.

Barnamentanarvirðislønin hevur verið latin í


1985 til Føroya Pedagogfelag fyri ?Dagstovnavikuna?


1987 til Havnar Sjónleikarafelag fyri ?Fólk og dólgar í Kardumummubý?


1989 til Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri barnabókaklubbavirksemið


1995 til Bjørg Matras, Ingrið Sondum og Jóhannes Enni fyri arbeiði teirra at fáa føroyskar bøkur út til Føroya børn.