Vilja avlasta Smyril við einum skipi afturat

Tað hevði havt minni slit á Smyril, um eitt skip afturat varð keypt til Suðuroyarleiðina

Tað sæst í ískoytispartinum til ólavsøkurøðu løgmans. Har verður sat, at tað er sera umráðandi at tryggja, at gott samband er á Suðuroyarleiðini, meðan ein møguligur Suðuroyartunnilin verður fyrireikaður og bygdur. 

Ein verkætlan, sum væntandi tekur eini 10 ár, verður sagt. 

– Smyril, sum er einasta farleiðin millum Suðuroynna og meginøkið, er 19 ára gamal, og tað standa fleiri stórar og kostnaðarmiklar umvælingar fyri framman næstu árini, fyri at Smyril skal kunna røkja farleiðina nøktandi. 

– Ein møguleiki at tryggja Suðuroyarleiðina er at keypa eitt skip afturat, sum kann røkja leiðina saman við Smyrli. Hetta hevði havt við sær minni slit á Smyril. Eisini hevði tað verið lættari at gjørt umvælingar, eins og dagføringarnar ikki høvdu verið eins kostnaðarmiklar, sum tá ið Strandferðslan bara hevur eitt skip á Suðuroyarleiðini. Hartil slepst eisini undan at leiga avloysaraskip, stendur í ískoytispartinum til ólavsøkurøðu løgmans.