Vilja avmarka møguleikarnar hjá russiskum ferðafólki

Bæði Finnland og Estland halda, at russar eiga ikki at sleppa inn í ES-lond sum ferðafólk, nú Russland er í eirindaleysum kríggi í Ukraina.

 

- Vestanlond eiga at lata landamørkini aftur fyri russum, heldur ukrainski forsetin.

- At vitja Evropa er eitt privilegium, ikki ein mannarættur.

 

Tað skrivar forsætisráðharrin í Estlandi, Kaja Kallas, á Tvitter í dag.

 

Forsætisráðharrin í Finnlandi, Sanna Marin, segði mánadagin, at tað ikki er rætt at lata russar liva eitt "vanligt" lív sum ferðafólk í Evropa, samstundis sum Russland er í eirindaleysum kríggi í Ukraina.

 

Sjálvt um loftferðslan millum Russland og vestanlond langt síðan er steðgað, hava russar møguleikan at ferðast inn í ES-lond í bili. Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, segði herfyri í samrøðu við Washington Post, at vestanlond eiga at lata landamørkini aftur fyri russum.

 

- Stjórnartalsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, kallar úttalilsini um at vísa russiskum ferðafólki burtur púrasta burturvið, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

 

 

 

 

- Vestanlond eiga at lata landamørkini aftur fyri russum, heldur ukrainski forsetin.