Vilja avtaka løgregluna í Minneapolis

Ein meiriluti í býráðnum í býnum Minneapolis í USA tekur nú undir við ætlanunum at avtaka løgregluna í býnum.

Tað var í Minneapolis, at George Floyd doyði, tá ein løgreglumaður ikki vildi taka knæið burtur frá hálsi hansara, og síðan drápið hava røddir verið frammi, sum ynskja, at løgreglan verður avtikin.

Níggju býráðslimir í Minneapolis hava boðað frá, at teir taka undir við ætlanunum, og at eitt nýggjur formur av fólkatrygd skal koma ístaðin, skrivar BBC.

Tað er framvegis ikki greitt, júst hvørja skipan býráðslimirnir ynskja at síggja ístaðin fyri løgregluna.

Tað vakti eisini ans, tá eitt videobrot í gjár vísti borgarstjóran í býnum, Jacob Frey, siga fyri østari mannamúgvu, at hann ætlaði ikki at avtaka løgregluna. Úrslitið gjørdist, at Frey varð noyddur at sleppa sær burtur frá mótmælunum, meðan fjøldin rópti "skomm" eftir honum.