Vilja bíða við at avlýsa ein stóran part av ólavsøkuni

Býráðið fyrireikar seg upp á tað ringasta, men nakrir býráðslimir vilja ikki avlýsa stóran part av ólavsøkuni enn

– Tað er ov tíðliga a skerja ólavsøkuna. Tað halda tey trý javnaðarfólkini í Tórshavnar Býráð, Tróndur Sigurðsson, Helena Dam á Neystabø, og Heðin Mortensen, og tað heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, eisini.

Fyri at forða fyri, at korona fer at gera um seg aftur, ætlar Tórshavnar at skipa ólavsøkuna munandi øðrvísi í ár, enn hon plagar at vera.

Tað merkir, at eingin skrúðgonga verður, ongar konsertir við áhoyrarum, eingin midnáttarsangur fyri fullsettum miðbýi, einki tivoli, og eingi tiltøk annars, har nógv fólk savnast.

Tvørturímóti er ætlanin, at býarpartar og grannaløg skulu halda sína egnu ólavsøku og fyri at gera tað hugnaligt, skulu tey fáa stuðul frá býráðnum til at halda ólavsøku heima í grannalagnum. Ætlanin, at stuðulin skal kunna brúkast til tjald, anlegg, ella annað, tey hava brúk fyri.

Tað kanst tú lesa alt um her: Soleiðis verður ólavsøkan hildin

 Annika Olsen, borgarstjóri, segði á býráðsfundi í kvøld, at hon hevur fingið »kraftigar og greiðar ábendingar« um, at tey fara at mæla frá, at ólavsøkan verður sum hon plagar vera.

Og hon heldur, at sum almennur myndugleiki kann býráðið ikki eggja til at tilmælini verða sett til viks og tí hava tey skyldu at leggja soleiðis til rættis, at tilmælini verða hildin. Skuldi smittan tikið seg upp aftur á ólavsøku, gevur hetta nógv betri møguleikar at finna smittukelduna, og tey, smittukeldan hevur verið í sambandi við, tá ið vit halda ólavsøku í smærri bólkum í einum grannalagi ella einum býarparti.

Og hetta er ein máti at fyrireika seg upp á eina hugnaliga ólavsøku, hóast hon verður nógv øðrvísi enn onnur.

Men býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkin, og Sambandsflokkin, halda, at tað er alt ov tíðliga at avskriva ólavsøkuna nú, tí tað kann nógv henda til ólavsøka.

Tey halda eisini, at tað er alt ov ógreitt, hvussu fíggjarligi stuðulin verður skipaður. Einki er ásett fyri, hvat eitt grannalag, er. Er tað ein gøta, ella fimm hús í eini gøtu, sum kunnu fáa stuðul til at halda ólavsøku fyri – og kunnu tey so bara keypa brennivín fyri pengarnar spyrja tey, tí ongar ávísar treytir fylgja við.

Men borgarstjórin svarar, at tað verður sjálvandi fyrireikað. Annika Olsen vísir eisini á, at ein ólavsøka tekur tíð at fyrireika, og hetta er ein roynd at slóða fyri, at vit hóast alt kunnu fáa eina hugnaliga ólavsøku.

Men broytast almennu tilmælini skjótt, er eingin ivi um, at broytingar verða gjørdar, og kanska kann ólavsøkan verða akkurát, sum vanligt.

– Hetta er ikki eitt politiskt mál, men vit eru í eini serligari støðu, segði borgarstjórin. Tí leggur hon stóran dent á, at ólavsøkan ikki verður eitt politiskt stríðsmál.

Tí vil hon hava, at allar býráðslimir seta seg saman og finna eina semju um, hvussu ólavsøkan kann haldast.

Og á býráðsfundinum í kvøld samdust býráðslimirnir so um, at játta 1,25 milliónir í stuðuli til tiltøk á ólavsøku. Men tey samdust eisini um, at nú skal alt býráðið møtast at gera av, hvussu verður við ólavsøkuni, og hvørjar treytir skulu fylgja við stuðlinum, um so er at korona-tiltøkini standa við.  

Marin Katrina Frýdal heldur, at grannaløg og býarpartir fara saktanst at finna út av at halda eina góða ólavsøku, uttan at hava ein pedagogiskan fremstafingur úr býráðnum og tí mælir hon til, at grannaløg og býarpartar fáa frið sum mest at skipa fyri síni egnu ólavsøku.