Longu um nøkur heilt fá ár skal eingin nýggjur tilburður av diabetis verða.
Tað er endamálið við eini slóðbrótandi ætlan í heilsuverkinum.
Á flokstinginum hjá Tjóveldi fortaldi Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Havn, at Tórshavnar býráð er farið í samstarv við ein arbeiðsbólk av heilsufakfólki um at stovna eitt pre -diabetistilboð.
Í fyrstu syftu er talan um eina royndarverkætlan í Havn, men ætlanin er, at tað skal vera galdandi um alt landið.
Talan er um at gera regluligar kanningar av fólki, tað, sum tey kalla screeningar og við teimum ber til at finna út av, hvør er í vanda fyri at fáa diabetis í næstum.
Og tað merkir, at verður lívsstílur, og kostur, broytt, ber til at byrgja fyri, at hesi fólkini fáa diabetis yvirhøvur.
Gunvør Balle sigur, at diabetis er ein umfatandi fólkasjúka, sum kostar heilsuverkinum nógvar pengar, og sum fer at kosta enn meiri.
Hon sigur, at gransking vísir, at 50 prosent av útreiðslunum í heilsuverkinum eru til at viðgera fólkasjúkur, sum kunnu fyribyrgjast. Men verður nakað gjørt við tað, ber til at venda gongdini og endamálið er at hava eina null hugsjón á hesum øki, soleiðis at eingin nýggjur tilburður av diabetis skal vera í 2025.