Vilja bjarga bankalistini

Føroya Banki eigur úti við 1.000 listaverk, og hesi mega ikki spjaðast, tá bankin verður einskildur, heldur Føroya Listafelag Helgi Fossadal, stjóri í Listasavni Føroya, hevur nú sent almennu myndugleikunum bræv, við eini áheitan um at tryggja, at listaverkini í Føroya Banka framhaldandi verða ogn Føroya Fólks.

- Vit halda, at nú allur hesin ómetaligi mentanardýrgripurin hjá Føroya Banka longu er almenn ogn, vildi tað verið skeivt at latið hana farið aftur á privatar hendur.

- Tí kundu vit hugsa okkum, at skipað verður so fyri, at listaverkini verða tikin burturúr Føroya Banka, áðrenn hann verður einskildur og latin Listasavni Føroya.

- Hetta hevur so stórt mentanarligt virði, at vit mugu tryggja okkum, at tey ikki gleppa okkum av hondum, tí tað vildi verið eitt ómetaligt bakkast, sigur Helgi Fossadal.

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, sigur seg vilja koma við einum uppskoti um, hvussu hesin knúturin í einskiljingartilgongdini kann loysast.