Vilja bjóða føroyskum gentum til Danmarkar at fáa fosturtøku

Danskir politikarar vilja leggja tryst á føroyskar myndugleikar fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum

Danskir myndugleika eiga at leggja trýst á føroyskar myndugleikar fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum. Tað halda nakrir danskir politikarar, sum umboða Radikala Vinstra og Eindarlistan.

 

Tey vísa á, at síðani Pólland herdi fosturtøkulógina enn meiri, eru nakrir politikar í Danmark farnir at arbeiða fyri at bjóða pólskum kvinnum til Danmark at fáa fosturtøku. Uppskot er lagt fyri Fólkatingið um tað og í hesum sambandi eru røddir eisini farnar at ljóða um, at føroyskar kvinnur eiga at fáa somu sømdir, so at tær eisini kunnu fáa ókeypis ferð til Danmarkar at fáa fosturtøku.

 

Tey vísa á, at Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, so skulu pólskar kvinnur sleppa til Danmarkar at fáa ókeypis fosturtøku, eiga føroyskar kvinnur at fáa sama møguleikar.

 

Vit skulu  hjálpa pólskum kvinnum, at fáa fosturtøku í Danmark, men tann møguleikan skulu føroyskar kvinnur sjálvandi eisini hava, hevur Karen Melchior, sum umboðar Radikala Vinstraflokkin í Danmark í Evropatinginum, sagt við BT.

 

Charlotte Wilken-Jensen, yvirlækni á sjúkrahúsinum í Hvidovre, heldur eisini, at tað kann ikki góðtakast, at danir eru í ríkisfelagsskapi við eitt land, sum ber seg at sum tað svartasta menningarlandi á hesum øki.

 

Sjálv hevur hon hjálpt kvinnum úr Føroyum, sum eru komin til Danmarkar at fáa fosturtøku og eisini hon heldur, at myndugleikarnir í Danmark eiga at leggja trýst á føroyingar fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum, hóast hon er greið yvir at talan er um eitt viðbrekið mál, sum kann elva til móttrýst úr Føroyum.

 

BT vísir eisini á, at Pernille Skipper, talskvinna hjá Eindarlistanum í javnstøðumálum, hevur boðað frá í Information, at hon er til reiðar at leggja trýst á føroyingar í hesum máli. Hon heldur, at danskir myndugleikar hava ikki gjørt so nóg nógv vart við seg og hon tekur undir við, at uppskotið um at hjálpa pólskum kvinnur, eisini skal umfata føroyskar kvinnur.