Vilja broyta danska lestrarstuðulin

Fíggjarliga rásarúmið hjá donskum og føroyskum lesandi kann skjótast gerast munandi smalri. Danska blaðið Politiken skrivar nevniliga, at fleiri flokkar í Danmark eru nú sinnaðir at gera grundleggjandi broytingar í danska lestrarstuðlinum, SU.


Tað tykist at vera Konservativi flokkurin, ið gongur á odda við ætlanum, um at broyta skipanina soleiðis, at fleiri krøv verða sett teimum lesandi.


Sambært keldum hjá Politiken, so eru ætlanir um at lækka lestrarstuðulin, og í staðin geva teimum lesandi møguleika at taka meira í lán. Spardi peningurin skal brúkast til fleiri íløgur í undirvísing og gransking.


- Vit halda, at vit framhaldandi kunnu varðveita tað samfelag, ið vit hava nú, við einki at gera. Tað kunnu vit eftir míni bestu sannføring ikki, sigur Søren Pape Poulsen, formaður fyri Konservativa flokkin, við Politiken, tá hann verður spurdur um ætlanirnar.


Konservativi flokkurin fær stuðul frá talsmanninum hjá Liberal Alliance, Henrik Dahl, ið tó metir, at talan er um eitt trupult mál.


- Tað er eingin ivi um, at núverandi SU-skipan ikki er serliga góð. Hon virkar ikki eftir ætlan, er dýr og óhóskandi. Skal hon broytast? Ja, tað meina vit, men talan er um eitt trupult mál, ið best kann loysast við einum størri nýskipan av útbúgvingarskipanini, sigur Henrik Dahl.>


Lesandi kunnu tó fegnast um, at stjórnarflokkurin Venstre ikki hevur nakrar ætlanir um at broyta skipanina.


Anni Matthiesen, talskvinna fyri Venstre, upplýsir, at hóast Venstre møguliga kann taka undir við einum uppskoti um at broyta SU, so hevur stjórnin onga ætlanir um nakra nýskipan av lestrarstuðlinum.


- Tað er fínt, at aðrir flokkar koma við hugskotum, og tað lurta vit eftir. Vit ynskja ikki at útiloka nakað, men í løtuni hava vit ongar ítøkiligar ætlanir um eina SU-nýskipan. Í løtuni hava vit nógvar stórar avbjóðingar, harímillum flóttafólkatrupulleikan og trýpartasamráðingarnar. Vit mugu taka tingini í røttu raðfylgju, sigur Anni Matthiesen.