Sandoyartunnilin skal ikki koma upp niðast á Gomlurætt, soleiðis sum ætlanin er.
Tað eru býráðslimir í Havn samdir um.
Tí hevur býráðið nú samtykt at biðja um samráðingar við felagið, sum skal gera tunnilin um at broyta linjuføringina, so at tunnilin ikki kemur upp heilt niðri á Gomlurætt. Býráðslimir vilja eisini hava fund við Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um, hvar tunnilin skal koma upp á Streymoynni.
Landsverk hevur mælt til, at tunnilin kemur upp í u-svinginum mitt í brekkuni niðast, tí so koma bilarnir beinleiðis á høvuðsvegin.
Men felagið, sum ger tunnilin vil hava tunnilsmunnan heilt niðri á sjálvum havnarlagnum, hóast bilarnir sostatt mugu ígjøgnum tvey krøpp sving, áðrenn teir koma á høvuðsvegin. Orsøkin er, at so liggur tunnilin lægri, og tískil verður hann eisini styttri tí hallið verður minni. Verður tunnilin lagdur longur uppi, verður hann longri og sostatt eisini dýrari.
Men í Tórshavnar Býráð vilja tey ikki vita av ætlanini hjá tunnilsfelagnum, tí tey siga, at tað fer at oyðileggja Gomlurætt.
Tey vísa á, at Gamlarætt er einasta havn á vestursíðuni á Streymoynni, heilt av Kirkjubønesi til Vestmannar og at havnarlagið kann brúkast til alskyns vinnulig endamál og í sambandi við ferðavinnu. Men verður tunnilin lagdur niðri á sjálvum havnarlagnum, sum tunnilsfelagið ætlar, fer havnarlagið fyri skeyti, halda býráðslimir í Havn.
– Tað er stórt virði í Gomlurætt og tað er ikki ov nógv kravt, at kommunan yvirtekur havnina, tá ið hon verður niðurløgd sum samferðsluhavn, sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, og forkvinna í Byggi- og Býarskipanarnevndini.
Hon leggur afturat, at tað er ein stuttskygdur løtuvinningur at leggja tunnilin heilt niðri á havnarlagnum, tí tað er at søpla landsins virði burtur, leggur hon afturat.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, skilir ikki, at landsmyndugleikarnar, sum hava brúkt hundraðtals milliónir upp á Gomlurætt, yvirhøvur lata tunnilsfelagið sleppa at gera ein koyriveg ígjøgnum havnarlagið og sostatt oyðileggur tað.
– Tað er harmiligt, at tunnilin verður lagdur heilt niðri á havnarlagnum, tí so fara øll samfelagsvirðini, sum eru í Gomlurætt, fyri skeyti, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
Hon vísir eisini á, at tað eru stórir vakstrarmøguleikar á Gomlurætt, serliga tá ið hugsað verður um, at bæði Hestur og Koltur liggja beint uttanfyri, og tær oyggjarnar eru báðar í Tórshavnar Kommunu
– Tí eiga vit at gera vart við okkum, og so vóna vit, at tað verður lurtað, segði hon.