Vilja brúka 50 milliónir upp á lønarhækkingar

Heldur hendan gongdin fram, er vandi fyri, at alt skramblar saman

Tað er stórt trot á arbeiðsmegi á eldraøkinum og á heilsuøkinum og á landsfundinum um vikuskiftið skeyt Bárður Nielsen, løgmaður upp, at geva starvsfólkum á hesum økjum ein skattalætta fyri at lønin skuldi hækka. Tað hevur ikki fingið so góða undirtøku og heldur ikki tey í Tjóðveldi taka undir við ætlanini.

 

Ístaðin skjóta tey upp at játta 50 milliónir til lønarhækkingar til hesar starvsbólkarnar. Tey siga, at hetta hevði starvsfólkinum einar 2.000 krónur meiri í inntøku um mánaðin. Tað er nokk eingin ivi um, at lønarlagið á vælferðarøkinum skal hækka. Tí skjóta tey í Tjóðveldinum upp, at ein serlig pulja verður sett av til at lyfta tær lægstu lønirnar upp við-

 

Tey siga, at tey hava havt serfrøðing at seta roknistykkið upp og úrslitið er, at hvørt prosent lønirnar hækka, kostar 5,1 milliónir, netto, tá ið skattur og alt er talt við. Og fyri at fáa lønina upp á eitt liviligt støði, skulu 50,34 milliónir setast av.

 

– Gera vit tað ikki lokkandi at arbeiða á hesum økjum, er vandi fyri at allur okkara arbeiðsmarknaður skramblar saman, siga tey í Tjóðveldi. Tey sipa til, at tað eru hesi fólkini tryggja, at ellisheimini eru opin, at barnagarðar hava opið, at serstovnar hava opið, at sjúkrahúsið er opið.

 

– Tí eigur tað at verða í áhuganum hjá okkum øllum, at hesi fólkini ikki verða strongd tí tey ikki fáa endarnar at røkka saman, sigur tingbólkur Tjóðveldis. Tey siga, at tað skal standa fakfeløgini í samráðingum at gera av, hvussu puljan skal býtast og nýtast.