Vilja byggja fongsul í Føroyum

Fleiri politiskir flokkar siga, at nú skulu vit eisini hava eitt føroyskt fongsul

Føroyingar, sum verða dømdir fyri álvarslig brotsverk, skulu ikki vera noyddir at fara til Danmarkar at sita.

 

Tað halda fleiri politikarar, sum stilla upp til løgtingsvalið týsdagin.

 

Á veljarafundi í ítróttarhøllini í Havn, vórðu valevnini spurd, hvat tey halda um tað, at føroyingar, sum verða dømdir fyri álvarslig brotsverk, verða noyddir at fara til Danmarkar at sita.

 

Tað halda fleiri politikarar ikki vera rætt.

 

Janus Rein, valevni fyri Fólkaflokkin, sigur, at tað er eitt av hansara hjartamálum, at vit hava eitt fongsul í Føroyum, bæði lukkað og opin fongsul.

 

- Tað líkist ongum, at føroyingar verða sendir til Danmarkar í fongsul, saman við rokkarum.

 

Hann sigur, at tað er eisini ein spurningur um rættartrygd.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, valevni fyri Sambandsflokkin, sigur, at sum løgmaður hevur hann tikið spurningin upp við danska forsætismálaráðharranum. Og hann sigur, at spurningurin skal takast uppaftur í næsta valskeiði.

 

Djóni Nolsøe Joensen valevni fyri Javnaðarflokkinum heldur, at vit eru eftirbátur á hesum øki og at flokkurin vil avgjørt bøta um hesi viðurskiftini, og geva fangum sama rætt, sum øllum øðrum, at búgva her.

 

Jenis av Rana, valevni fyri Miðflokkin, sigur, at vit eru í ferð við at byggja samfelagið upp aftur, og tað kemur eisini á mál við hesum, og Magni Arge, valevni fyri Tjóðveldi, sigur, at tað heilt klárt, at vit skulu hava eitt fongsul í Føroyum.

 

- Tað er ongin orsøk at útflyta tey, sum stíga við síðurnar av, sigur hann.

 

Fleiri av valevnunum halda, at farast skal samráðingar við donsku myndugleikarnar um hetta beinanvegin, so at eitt føroyskt fongsul er liðugt um tvey, trý ár.