Bilasølurnar Nordcar og Nordbil siga í hoyringsskrivi til uppskotið um afturbering av mvg til umhvørvisvinaligar bilar, at munurin á útlátinum á el- og hybridakførum ikki er serliga stórur, og at tí ikki er nøkur haldgóð grund til at útiloka hybridakfør frá eini mvg-afturbering.
Bilasølurnar vísa eisini á, at hybridakfør ikki hava tørv á at løða líka leingi sum elakfør.
Lesið eisini: Tey sum keypa »grønar« bilar fáa mvg'ið aftur
– Harumframt er tað kostnaðarmikið er gerast góðkent el-verkstað, serliga um ein umboðar fleiri bilmerki. Íløgan í at servicera hybridbilar er hinvegin ikki líka kostnaðarmikil, og hana eru fleiri føroysk verkstøð longu fyrireikað til, sigar tær báðar bilasølurnar.
Til tað svarar Fíggjarmálaráðið, at lógaruppskotið er tilætlað avmarkað til akfør, sum einki CO2-útlát hava.
– Uppskotið forðar hinvegin ikki fyri, at hybridbilar verða fevndir av skipanini, so leingi akfarið einki CO2-útlát hevur – her verður hugsað um el og vetnisakfør.
– Talan er annars um eina tíðaravmarkaða skipan. Tøkniliga menningin av grønum motorakførum gongur skjótt, og prísirnir eru á veg niðureftir, tí má væntast at el- og vetnisakfør um fá ár verða kappingarfør í prísi við vanlig akfør, og tá verður ikki neyðugt við eini serligari afturberingarskipan.