Vilja eisini hava heilsuskúla í Havn afturat skúlanum í Suðuroy

Tað er ein orsøk til starvsfólkatrotið siga løgtingslimir – men aðrir eru ósamdir

Ein orsøk til, at tað mangla so nógv útbúgvin starvsfólk í eldrarøktini, er tann, at einasti heilsuskúli í landinum, er í Suðuroy. Tað halda løgtingslimirnir fyri framsókn, og Heðin Mortensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin.  

Løgtingið viðger trotið á útbúnari arbeiðsmegi í eldrarøktini og í hesum sambandi halda bæði Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang úr Framsókn, umframt Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum, at ein orsøk til trotið á arbeiðsmegi, er, at skúlin er í Suðuroy.

Tí vilja tey hava, at ein útbúgving eisini verður skipað á meginøkinum, tí tey eru vís í, at tað fer at økja um áhugan fyri at taka útbúgvingina.

Men tey leggja dent á, at endamálið er ikki at máa grundarlagið undan skúlanum í Suðuroy, men at fáa eina útbúgving, ella eina deild, ella kanska eitt skeið afturat, í meginøkinum.

Tey ásanna, at tað er ikki allur trupulleikin – men tað er ein partur av trupulleikanum.

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísir á, at pedagogskúli er bara í Havn, men tað mangla eisini pedagogar, og sjúkrarøktarfrøðiskúlin er eisini bara í Havn, men tað mangla eisini sjúkrarøktarfrøðingar. Annars er skúlagongd minni parturin av útbúgvingini, tí næmingarnir eru so leingi í starvsvenjing.

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sigur, at í Eysturoy stendur ikki á at fáa útbúgvin røktarstarvsfólk.

Høgni Hoydal átalar at tingfólk eru við at mála eina svarta mynd av útbúgvingini í Suðuroy, heldur enn at tosa um tann fantastiska møguleikan, tað er.

Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin sigur, at skúlin í Suðuroy kann útbúgva nógv fleiri røktarstarvsfólk, men trupulleikin er, at tað er ikki nokk av plássum til starvsvenjing.

Djóni Nolsøe Joensen, formaður í Mentanarnevndini, sum eisini hevur viðgjørt málið, sigur, at tey hava havt nógv fólk í nevndini at siga sína hugsan, men tað er ikki teirra fatan, at tað er ein trupulleiki, at skúlin er í Suðuroy.