Tá ið fólk ikki vita, so fara tey at gita. Og tá ið fólk fara at gita, elvir tað mangan til misskiljingar.
Súsanna Bertholdsen, býráðslimur á Tvøroyri, og forkvinna í sosialu nevnd hjá býráðnum, sigur, at tað er grundin til, at býráðið nú fer at skipa fyri almennum kunningarfundi um eldraøkið. Enn er ikki greitt, nær fundurin verður, tí nú skal hann fyrireikast.
Eldraøkið er lagt undir kommunurnar at umsita, men forkvinnan í Sosialu Nevnd í býráðnum hevur varhugan av, at tað er tørvur á at upplýsa almenningin um, hvussu alt eldraøkið er skipað. Her hugsar hon um, hvussu eldraøkið er fíggjað, hvussu endurgjaldið hjá landinum er skipað, hvørja ávirkan, hvør einstøk kommuna hevur, hvørji fólk eru tað, sum stjórna eldraøkinum.
Hon sigur, at a fundinum er ætlanin at fáa formannin í stýrinum fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, Dennis Holm, borgarstjóra í Vági, at greiða frá, og somuleiðis leiðaran fyri Bú- og Heimatænastuna, Onnu Djurhuus, borgarstjórin, umframt onnur, at greiða frá.
– Ein kunnandi fundur, har greitt verður frá, hvussu eldraøkið er skipað, kann rudda nógvar misskiljingar, sum fólk seta spurnartekin við, av vegnum, heldur hon.