Tað er fallið útróðrarmanninum, Dánjali A. Hansen í Miðvági, fyri bróstið, at Havstovan nú mælir til, at friða eina leið vestan fyri Mykines – í allar ævir – tí hetta skal vera ungfiskaleið burturav.
- Hetta er ikki hissini økið (sí mynd). Ja, Vágoy hevði passað tríggjar ferðir inn í hetta økið, sum nú eftir øldir verandi ein tann besta fiskileið við Føroyar sambært professaranum í toski á Havstovuni skal vera ungfiskaleið burturav.
Dánjali A. Hansen vísir á, at nevnda økið er høvuðsæðrin hjá útróðrarbátunum vestan fyri, og hetta eru leiðir, sum verða troyttar alt árið, tí so nógvur og góður fiskur heldur til her.
Útróðrarmaðurin leggur aftrat, at Guttamið, sum er eitt kent fiskimið suður úr Mykineshólmi, er innanfyri strikurnar, sum nú landsstýrismaðurin saman við Havstovuni er í ferð við at steingja í allar ævir – og við stemplinum ungfiskaleið burturav.
- Eisini Grynnan norðan fyri Mykines, sum er eitt sera gott fiskimið hjá útróðrarflotanum, er innanfyri strikurnar hjá Havstovuni. Annars verður roynt allastaðni í hesum øki, sum ætlanin nú er at friða, bæði vestarlaga og norðarlaga.
Útróðrarmaðurin vísir á, at tað hevur ongantíð verið so nógvur fiskur í hesum øki, sum í 2018. Og mest sum allur snelluútróður vestan fyri hevur gingið fyri seg í hesum øki.
- Nú á endanum av árinum var næstan allur føroyski línuflotin eisini á hesum leiðum, og eisini frystilínuskipini fyltu seg í økinum, sum nú skal friðast, tí sambært fiskifrøðingum er bara ungfiskur her.
Dánjal A. Hansen heldur, at tað saktans kann diskuterast, um tað er rætt, at hesi stóru línuskip skulu sleppa heilt inn á seks fjórðringar úr Mykinesi.
- Her var ein kassi einaferð fyri nøkrum árum síðan - beint vestur úr Mykinesi - so línuskipini ikki sluppu heilt inn á seks fjóðringar úr grunnlinjuni. Hvar hesin kassi er endaður, veit eg ikki, men staðfestast kann bara, at línuskipini nú hava loyvi at fiska heilt inná seks fjóðringar úr Mykinesi.
Útróðrarmaðurin vísir á, at sjálvur fiskaði hann alt seinasta ár í hesum øki, og tann parturin av veiðini, sum kann kallast smáfiskur – toskur 5 – taldi bert stívliga fýra prosent av samlaðu veiðini.
- Restin var stórur og góður toskur, og tað sama var hjá hinum bátunum, sum royndu við snellu í hesum øki, sigur Dánjal A. Hansen.
Útróðrarmaðurin sigur seg ivast í arbeiðssetninginum hjá Havstovuni og setir spurnartekin við, um stovnurin ger seriøst arbeiði – ella, um Havstovan veruliga er ein djóraverndarfelagsskapur á jøvnum føti við Sea Shepherd, men krógvað aftan fyri ein almennan stovn.
- Havstovan kann, sum einasti stovnur her á landi, koma við øllum lorti. Eitt skeivt tilmælið fyri og annað eftir, og tað fær ongar avleiðingar fyri nakran. Siga eitt í dag og so eitt annað í morgin, og veruleikin er so aftur ein heilt annar, sigur Dánjal A. Hansen, útróðrarmaður, í lesarabrævi í miðlunum.
Alt lesarabrævið kann lesast her - http://www.in.fo/news-detail/havstovan-ein-djoraverndarfelagskapur-ella/