Vilja fyribyrgja fýrverksskaðum

Landsfeløgini fyri sløkkiliðsmenn og ?leiðarar, skipar nú fyri fyrilestrarrøð um teir vandar, sum eru við fýrverki. Tað er nærum á hvørjum árið at óhapp standast av fýrverki, uttan at tað enn hevur verið í tær heilt stóru hendingarnar, har goymslur og størri nøgdir hava gjørt um seg.

Feløgini halda, at tað er umráðandi at upplýsa og fyribyrgja, og hava í hesum sambandi fingið tveir serfrøðingar at hava fyrilestur um evnið.

Talan er um ókeypis fyrilestur, sum verður í Norðurlandahúsinum týskvøldi 17. november kl. 18.00 og 18. november somu tíð, í skúladeplinum í Hovi.

Fyrilestrarhaldarar eru tveir lærarar, sum fáast við leiðaraútbúgving hjá Beredskabsstyrelsen í Danmark

Annar teirra er Martin Sørensen, sum fyri stóran part hevur tilevnað útbúgvingina og gjørt royndi við fýrverki, meðan hin, Per Teglgaard, hevur, sum heild tilevnað leiðsluútbúgving hjá Indsatsleiðarum í donsku skipanini.

Teir koma at leggja dent á, handfaring og tilbúgving av fýrverki og hvussu ein innsatsur verður skipaður í hesum sambandi.

Fundirnir eru almennir og ókeypis.