Sólfríð og Hans Michael í Mittúni hava verið á eini drúgvari ferð kring heimin, og eftir hálvt ár á barnaheimi í Tansansia savna tey pengar til eina nýggja deild fyri gentur Leygarkvøldið fara Sólfríð og Hans Michael at hava eitt tiltak í Ósáskúlanum í Klaksvík.
Har fara tey at bjóða fólki innar at síggja nakað av tí, sum tey upplivdu á drúgvu ferðini, sum tey hava gjørt kring heimin. Tey vitjaðu 14 lond í 14 mánaðir, og seinasta hálva árið av ferðini arbeiddu tey á einum barnaheimi í Tansania.
Tey ætla at vísa myndir, greiða frá og eisini sýna okkurt av tí fram, sum tey høvdu við sær á ferðini og heimaftur við.
Tíðin á barnaheiminum í Tansania er heldur ikki farin aftur við borðinum uttan nakað.
- Á barnaheiminum búðu bara dreingir, men vit eru nú farin í holt við at savna pengar inn, so at barnaheimið eisini kann fáa eina deild til gentur. Tað er tað brúk fyri, sigur Sólfríð í Mittúni.
Hesum nýggja projekti fara tey eisini at greiða frá á tiltakinum, sum verður leygarkvøldið kl. 19.00. Martin Joensen fer at syngja nakrar sangir til tiltakið.