- Hetta er ikki ein filmur sum aðrir, hetta er ein filmur um framhaldandi tilveru hjá okkum, høvunum og hvalunum.
Orðini eigur Paul Watson, stovnari av felagsskapinum Sea Shepherd og nú framleiðslustjóri, í einum nýggjum filmi um støðuna hjá høvunum og hvalunum.
Tað er í einum sjónbandið, ið er lagt út á Youtube, at Paul Watson heitir á sínar fylgjarar, um at lata pening til framleiðsluna av filminum, ið fer at lýsa arbeiðið og stríðið hjá felagsskapinum.
Fyri at fáa fólk at lata pening, kann felagsskapurin avdúka, at ein av sjónleikarunum í filminum verður Dan Aykroyd, ið kanska best er kendur fyri sín leiklut í filmunum Ghostbusters I og II.
Hvørt stríðið móti grindadrápið í Føroyum verður ein partur av filminum er tó ikki greitt.