Hesi seinastu árini er fólkatalið í Hesti alsamt minkað. Í Tórshavnar Býráð halda tey, at vánaliga ferðasambandið er ein orsøk til tað, men tey halda eisini, at ein orsøk er, at tað er lítið og einki arbeiði í Hesti og tað er ikki nevnivert av nøkrum tilboðum yvirhøvur. Men tað eru alsamt fleiri, sum síggja møguleikar í at menna oynna til eina ferðavinnuoyggj og tað vísir seg eisini fleiri og fleiri vilja ogna sær frítíðarhús í oynni.
Tórshavnar Býráð sigur, at hetta er nakað, tey eru sinnað at stuðla upp undir og tí verður nú farið undir at bjóða tvey stykki í Hesti út til summarhús.
Talan er um tvey stykki, sum liggja niðarliga í bygdini, tætt við havnarlagið og nú hevur býráðið samtykt at fara undir at gera útbjóðingartilfar klárt, so at stykkini kunnu verða bjóðað út til at byggja summathús á.