Tá ið øll skúlabørnini í Venjingarskúlanum eru flutt í nýggja skúlan á Fløtum, er tað ætlanin, at Venjingarskúlin skal brúkast til lestraríbúðir.
Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Jónleif Johannesen, løgtingsmaður, hevur spurt hana, hvat ætlanin er at gera við Venjingarskúlan í framtíðini.
Gongst sum ætlað, verður skúlin á Fløtum liðugur í 2020, og Rigmor Dam sigur, at tá er endamálið at byggja Venjingarskúlan um til lestrarbústaðir og hon sigur, at har eru pláss fyri umleið 100 bústøðum. Landið og Tórshavnar Kommuna eiga bygningin í felag, og Rigmor Dam sigur, at samskiftið er við Bústaðir um at yvirtaka skúlan og gera hann til lestrarbústaðir.
Hon sigur, at hetta verður eitt lið í ætlanini at gera ein setursbýling á Frælsinum, at ætlanin er at gera Venjingarskúlan til bústaðir. Og sambært henni er tað eitt mál, tey í Bústøðum eru sera áhugað í, og tað er landið eisini. Og havandi íbúðarneyðini í Havn í huga, væntar hon eisini, at Tórshavnar Kommuna vísir eini slíkari ætlan størstu vælvild.
Hon væntar, at verður Venjingarskúlin gjørdur til lestrarbústaðir, hevði talan verðið um eina bíliga leigu, tí har er nógv klárt framman undan, bæði sjálvur bygningurin og nógvar innleggingar.