Vilja hava at oljufyrisitingin skal flytast til Suðuroyar

Tvøroyrar Býráð hevur sent landsstýrinum áheitan um at at flyta oljufyritingina til Suðuroyar

Í Tvøroyrar býráð hava tey verið úti um seg í seinastuni. Fyri 14 dagar síðani loyptu býráðið hvøkk á allar myndugleikar við at skarva 50 milliónir av kommunuskuldini av sínum eintingum.

Og nú hevur Tvøroyrar Býráð eisini heitt á landsstýrið um at flyta oljufyrisitingina til Suðuroyar.

Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, sigur, at tað eru nakrir dagar síðani, at Tvøroyrar Býráð sendi landsstýrismanninum í oljumálum, Eyðuni Elltør skriv, har heitt varð á landsstýrirismannin um at flyta oljufyrisitingina til Suðuroyar.

Býráðsformaðurin heldur, at tað er so sjálvsagt, at oljufyritingin verður løgd í Suðuroy, tí tað verður útfrá Suðuroynni, at oljuvinnan verður.Tað sigur hann seg vera púra vísan í.

Hann heldur, at tøknin er so frammaliga í dag, at tað er onki í vegin fyri at spjaða fyrisitingina út um landið.

Tað er t.d. ikki meiri enn tveir dagar síðani, at vit sóu í Degi og Viku, at næmingarnir á handilsskúlanum í Havn fingu undirvísing frá lærara, sum var staddur í Stavanguri. Báðir partar sóðu hvønn annan á sjónvarpsskíggja.

Páll Vang heldur, at tá ið fíggjarmálastýrið kann virka væl úti á Argjum, er onki til hindurs fyri, at oljufyrisitingin kann virka væl í Suðuroynni.

- Samstundis kann eitt nú fiskimálastýrið verða flutt til Klaksvíkar, tí tað skuldi heldur onki verið í vegin fyri.

Hann heldur, at hetta skuldi eisini verið í fullum samsvari við ætlanirnar í samgonguskjalinum um økismenning.


Broyta vanahugsan

Vit fingu tíverri onga viðmerking frá landsstýrismanninum í oljumálum, Eyðuni Elltør. Men starvsfelagin hjá Páll Vang norðuri á landi, Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík, tekur fult undir við tankanum.

- Skulu vit liva í hesum landi, er alneyðugt at vit broyta vanahugsan og laga almennu umsitingina til tað samfelagið, vit búgva í. Og ein partur av hesum er at spjaða hana út um landið.

-Jógvan við Keldu sigur, føroyska samfelagið er býtt upp í tvey øki: Høvuðsstaðin,sum verður fíggjaður við donskum blokkstuðuli og innspræningum úr restini av Føroyum. Og so hava vit restina av Føroyum, sum í høvuðsheitum verða fíggjaðar av fiskivinnuni og tí, sum harav stendst.

Býráðsformaðurin í Klaksvík vísir m.a. á, at tað eru einir 80 stovnar í Havnini, sum tilsamans útbetala einar 600 milliónir um árið í almennumn lønum.

- Verður umsitingin spjadd um alt landið, fæst ein heilt annar dynamikkur í føroyska samfelagið, tí úti um landið er leiga og grundstykki nógv bíligari enn í Havn og lønarkrøvini lægri. Í Jútlandi er ein kanning gjørd, sum vísir, at verða virki flutt til Keypmannahavnar, dýrkar leigan 30%, lønirnar hækka 30% og effektiviteturin lækkar 30%. Støðan er akkurát tann sama í Føroyum.

-Tað er ein náttúrlóg, at har ov nógvir stovnar eru á einum stað, verður støðið lagt eftir tí veikasta.

- Tí er tað neyðugt, at spjaða umsiting kring landið. Jógvan við Keldu heldur, at hetta er bara ein spurningur um at broyta vanahugsan og at tora at hugsa øðrvísi. Landið er so lítið, at tað er onki fyri, at vit spjaða umsitinginakring landið, tá ið tað letur seg gera í øðrum londum, sum eru nógv størri enn okkara.

- Vit mugu broyta tann hugburð sum sigur, at virkar Landsssjúkrahúsið ikki, verður ein stjóri settur afturat, men virkar Klaksvíkar Sjúkrahús ikki, verður tað niðurlagt.