Vilja hava Breivik í fongsul

Tríggir fjórðingar av norska fólkinum halda, at Anders Behring Breivik er so mikið væl fyri sálarliga, at hann skal hava fongsulsdóm fyri tað, sum hann gjørdi tann 22. juli í fjør. 10 prosent halda hinvegin, at hann skal dømast til viðgerð, og 15 prosent vita ikki, hvat rætt er at gera.

Hetta er úrslitið av einari kanning, sum norska kringvarpið hevur gjørt.

Seinnapartin í dag fer ákæruvaldið at boða frá, um tað heldur, at Breivik er egnaður til fongsulsdóm ella ikki, og um nakrar dagar skulu dómararnir so taka støðu til sama spurning.

Hesin spurningurin hevur fingið sera nógva umrøðu í Noregi teir seinastu dagarnar, tí sálarfrøðingarnir, sum hava kannað Breivik, eru sera ósamdir um sálarligu støðu hansara.