Vilja hava bygdirnar út í bók

Á Nesi í Eysturoy sakna tey, at søgan um bygdirnar í kommununi ongantíð er fest niður á blað.

Men tað ætlar kommunustýrið á Nesi nú at gera nakað við og tí hevur hon nú sett skjøtil á at fá tað í lag.

Í tí sambandinum hava tey nú sett ein arbeiðisbólk, sum skal koma við tilmæli um, hvussu umfatandi bygdasøgan skal vera og hvussu langt aftur í søguna, tey skulu fara.

Arbeiðsbólkurin skal eisini royna at finna ein hóskandi høvund at skriva søguna, hvussu arbeiðið skal fíggjast og nær hon skal vera liðug.

Tí hevur kommunustýrið nú sett ein arbeiðsfólk við trimim limum at fyrireika bygdasøguna og í tí arbeiðsbólkinum sita Niklas Foldbo, Tórður Mikkelsen og Elin á Torkilsheyggi, sum er forkvinna í mentanarnevndini í kommunustýrinum.