Vilja hava eina semju sum skjótast

Sinnisbati kemur í dag við einari staðiligari áheitan á tey, sum eru partar í arbeiðstrætuni, sum hevur elvt til, at pedagogarnir ikki eru til arbeiðis

Sinnisbati heitir nú staðiliga á Pedagogfelagið, Fíggjarmálaraðið og Kommunala Arbeiðsgevarfelagið um at finna eina semju sum skjótast. 

Tað gera tey í eini almennari fráboðan nú seinnapartin. Og tað, tey sipa til, er sjálvsagt verkfallið hjá pedagogunum, sum verður hert leygardagin, so at tað eisini umfatar pedagogarnar á stovnunum hjá Almannaverkinum. Samstundis hevur Pedagogfelagið noktað at geva pedagogum undantak at gera bráðneyðugt arbeiði sum krevst, skal lív og heilsa ikki setast í váða.

 

– Námsfrøðingar hava ein týðandi leiklut í at fáa eitt samfelag at hanga saman. Ikki bara við tað, at tey eru um, menna og taka sær av okkara børn á dagstovnunum, og eru við at mynda børnini sum menniskju, men eisini við at verða um borgarar við serligum tørvi.

 

Sinnisbati, sum er áhugafelagið hjá fólki við sálarligum trupulleikum, og teirra avvarðandi, staðfestir, at námsfrøðingar veita í fleiri førum umsorgan og tryggleika til borgarar á sambýlum, bústovnum, sjálvsognarstovnum og øðrum, har tað ikki bara er týdningarmikið at námsfrøðingarnar sleppa at arbeiða – tað er eisini neyðugt.

 

Dømi um hetta eru sambýli við borgarum við ringum sosialum avbjóðingum og sálarsjúkum, har tað oftast ikki ber til hjá teirra kæru at vera um tey sum starvsfólkini eru.

 

– Hetta eru borgarar, sum eru serlig viðgerðar- og umsorganarkrevjandi, og tað eru námsfrøðingarnir, ið hava fakligu førleikarnar til at hjálpa teimum – eins og ikki øll hava avvarðandi, ið kunnu hjálpa, sigur Sinnisbati.