Vilja hava eitt greitt svar upp á eitt stórt mál

Politikararnir hava malið sum ketta um heitan greyt í fleiri ár, men nú krevst eitt svar

Vilja flokkarnir, sum stilla upp til løgtingsval, lata fólk sleppa í fjøllini, ella ikki? Tað er spurningurin allir teir politisku flokkarnir, sum stilla upp til Løgtingið, nú hava fingið frá Hagafelag Føroya.

 

Spurningurin er einfaldur – men tað er loysnin ikki. Politiski myndugleikin hevur nevniliga tøvt uppi í hesum málinum sum ketta um heitan greyt í fleiri ár, uttan at klára at semjast um eina loysn – og uttan at nakar hevur torað at skera ígjøgnum.

 

– Hagafelagið heldur at flokkarnir hava skyldu til at boða veljarunum frá, um teir vilja tryggja, at øll hava rætt til at vera í náttúruni, sigur Rúna Hjelm, forkvinna í Hagafelagnum  

 

Hon sigur, at føroyingar vita, hvat teir vilja og teir vilja hava, at rætturin til til at ferðast í náttúruni, verður staðfestir, sigur hon. Hon sipar til eina  kanning, sum vísir, at umleið 80 prosent føroyingum vilja hava ein almennan gongurætt í fjøllum settan í gildi.

 

– Tí hava veljararnir rætt til at vita, hvat teir kunnu vænta av tykkara flokki í spurninginum um atgongd til náttúruna, sigur forkvinnan í Hagafelagnum.

 

 

 

Hon sigur, at løgtingsvalið hósdagin 8. desembur, kann verða avgerandi fyri, um gamla siðvenjan hjá føroyingum at fara út í náttúruna verður steðgað ella tryggjað, sum hon málber seg. 

 

– Tí er tað sera umráðandi, at politisku flokkarnir gera veljaranum púra greitt, hvørja støðu teir hava til málið um gongd í haga. Tað er um tykkara flokkur flokkur fer at arbeiða fyri at lógartryggja fólki rættin til at vera í náttúruni, sigur hon.

 

Hinvegin hava veljararnir eisini rætt at vita um flokkarnir góðtaka, at atgongdin hjá fólki til at ferðast í náttúruni verður avmarkaður av gjaldsportrum, píkatráði og kravi um, at fólk, sum ætla sær í fjøllini, skulu biðja um loyvi til tað frammanundan.

 

Í valstríðnum til seinasta løgtingsval var spurningurin um atgongd til náttúruna nógv frammi, og fleiri politikarar góvu lyftir um at tryggja atgongdina hjá føroyingum til okkara náttúru. 

 

 – Nú, gott trý ár seinni, stendur fólkið spyrjandi tí vit hava framvegis ikki fingið hendan púra sjálvsagda rættin tryggjaðan í lóg, sigur forkvinnan í Hagafelagnum.

 

Hon sigur, at hetta er ein rættur, sum okkara grannalond fyri langari tíð síðan hava tryggjað bæði borgarum og vitjandi.

 

– Tí mugu flokkarnir nú áðrenn valdagin, boða greitt frá, um okkara krossur fer til lógartryggjaðan gongurætt ella fleiri gjaldsportur, sigur Rúna Hjelm.