Vilja hava fólkaatkvøðu um samkynd hjúnalag

Ein nýggj kanning vísir, at meirilutin av føroyingum vil hava fólkaatkvøðu um samkynd skulu sleppa at giftast

Málið um at lata samkynd sleppa at giftast í Føroyum, eigur at vera sett til fólkatkvøðu.

 

Tað heldur ein meiriluti av Føroya Fólki, vísir ein nýggj Kanning, Gallup hevur gjørt fyri Miðflokkin og ungdómsfelagið hjá Miðflokkinum, Ung fyri Miðflokkin.

 

Kanningin vísir, at 53 prosent av føroyingum vilja hava fólkaatkvøðu um málið, samstundis sum at 36 prosent eru ímóti tí. Samstundis eru tað 11 prosent av føroyingum, sum ikki hava støðu.

 

Spurningurin um at hava fólkaatkvøðu um málið, hevur javnana verið frammi, men samgongan hevur alla tíðina víst tí tankanum frá sær.

 

Kanningin vísir eisini, at tað eru serliga fólkafloksfólk og veljararar hjá Nýggjum Sjálvstýri, sum vilja hava fólkaatkvøðu um málið. Men tað er eisini greiður meiriluti í Miðflokkinum fyri fólkaatkvøðu.

 

Og eisini í Framsókn, sum annars ofta førir seg fram sum ein flokkur, har øll draga eina línu, er meiriluti fyri at hava fólkaatkvøðu um samkynd hjúnaløg í Føroyum.

 

Hinvegin vilja tey flestu í Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum eisini hava fólkaatkvøðu, men serliga eru tað tey í Tjóðveldi, sum halda, at tað er ikki rætt við fólkaatkvøðu.