Vilja hava fleiri at bjóða seg fram

- Vit vóna, at onkur fyrilestur kann geva íblástur til fólk í kommununi at byrja eitt hvørt virksemi, so fleiri úr lokala økinum kunnu bjóða seg fram, siga tey hjá Visit Runavík.

 

Visit Runavík heldur fram við fyrilestrarøðini um íverksetan og ferðavinnu. Næsti fyrilesturin røðini verður mánakvøldið 13. november, og tá er Heimablídni á skrá. 

 

Súsanna Sørensen, marknaðarleiðari á Visit Faroe Islands, fer at greiða frá hugtakinum og tilboðnum, Heimablídni.

 

- Hvørji eru krøvini og reglurnar í sambandi við Heimablídni? Hvussu brúkar Visit Faroe Islands heimablídni í marknaðarføringini av Føroyum, og hvønn leiklut hevur heimablídni í nýggju ferðavinnustrategiini?

 

Næst á skrá er Harriet Olafsdóttir, íverkseti og bóndi. Hon fer at greiða frá sínum royndum – hvussu hon byrjaði, og hvussu gerandisdagurin sær út í dag.

 

- Súsanna og Harriet fara eisini at svara spurningum, siga tey hjá Visit Runavík.

 

Fyrilestrarnir verða á Bókasavninum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 13. november klokkan 19-21, og teir eru ókeypis.

 

##med2##

 

Toymið á Visit Runavík hevur í rúma tíð arbeitt við at skipa staðbundnar verkætlanir innan ferðavinnu, har meginparturin av inntøkunum fer til bygdina, staðbundnar felagsskapir ella bygdafólkið.

 

- Vit miðja altíð eftir, at trivnaður og nøgdsemi eru í hásæti.

 

Toymið á Visit Runavík vónar, at onkur fyrilestur kann geva íblástur til fólk í Runavíkar kommunu at byrja eitt hvørt virksemi, so fleiri úr lokala økinum kunnu bjóða seg fram, tá talan er um staðbundnar upplivingar, gisting, vistveiting, heimablídni ella okkurt líknandi.

 

- Fleiri áhugaverdar og serstakar upplivingar eru longu í kommununi, men hetta er ein roynd at fáa fleiri at leggjast afturat, siga tey hjá Visit Runavík.