Floksleiðsla Javnaðarfloksins hevur móttikið soljóðandi skriv frá sjey limafeløgum kring landið:
Uppskot til floksleiðslu Javnaðarfloksins um at taka limaskapin frá Gerhardi Lognberg
Málið hjá Javnaðarflokkinum er at taka við landsins leiðslu, so sosialdemokratisku virðini mynda tann politikk, sum førdur verður.
Tá ið Javnaðarflokkurin bjóðar seg fram at vera stjórnarberandi, mugu veljarar og samstarvspartar kunnu líta á flokkin og tað mandat, ið flokkurin bjóðar seg fram við.
Fortreytin fyri hesum er, at flokkurin hevur trúvirði, og at hann virkar sum ein sterk eind.
Tí eigur tað at fáa avleiðingar, tá ið ein tinglimur ferð eftir ferð virkar, talar og atkvøður í andsøgn við flokkin.
Tað er og verður altíð vítt til veggja og høgt til loftið í Javnaðarflokkinum. Politikkur er eitt stríð um meiningar og argument. Hetta stríð skal eisini fara fram inni í demokratiskum flokkum. At umboð Javnaðarfloksins frítt bera fram sína hugsan um ymisk viðurskifti er tekin um virknan flokk og eitt livandi demokrati.
Men tá ið flokkurin ella ein meiriluti í flokkinum er komin til niðurstøður í stórum og týðandi málum, eigur grundreglan at vera, at tinglimir virða hesar avgerðir, ið byggja á eitt demokratiskt grundarlag.
Viðhvørt hevur verið trupult hjá einstaklingum at laga seg eftir meirilutanum. Hóast tað hevur skatt flokkin nógv, hevur tað higartil verið góðtikið – hvørja ferð við vón um bata.
Men rætturin hjá tí einstaka at hava eina serstøðu, eigur ikki at koma fram um grundregluna, at ein flokkur skal standa saman. Annars er talan jú ikki um ein flokk.
Skal flokkurin virka sum ein flokkur, má tað tí fáa avleiðingar, tá ið ein tinglimur áhaldandi virkar ímóti áhugamálum floksins.
At tað skal vera vítt til veggja merkir ikki, at eingir veggir skulu vera.
Gerhard Longberg hevur fleiri ferðir seinastu mongu árini alment givið til kennar meiningar, sum beinleiðis stríða ímóti grundsjónarmiðum floksins, eins og hann ikki hevur virt tær avgerðir, sum floksleiðslan hevur tikið á demokratiskan hátt – ofta einmælt.
Eitt nú tók Gerhard Lognberg í 2008 stuðulin aftur til eina samgongu, sum Javnaðarflokkurin hevði leiðsluna av, eins og hann kallaði táverandi løgmann og formann Javnaðarfloksins fyri landasvíkjara frá Løgtingsins røðarapalli.
Tann 23. august í ár samtykti ein samd floksleiðsla, at Javnaðarflokkurin ikki tók undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um at lata einum privatum útlendskum felag einkarættin at byggja og reka Skálafjarðartunnilin, tí hetta fór at dýrka verkætlanina við milliardum.
Kortini hevur Gerhard Lognberg fleiri ferðir gjørt greitt, at hann ikki virðir hesa týðandi avgerð floksins, eitt nú í samrøðu við Sosialin tann 29. august.
Tann 10. oktober tók formaður floksins, saman við hinum andstøðuformonnunum, stig til at leggja misálit á Løgmann. Her atkvøddi Gerhard Lognberg blankt. Dagin eftir segði Gerhard Lognberg við Vágaportalin, at hann ikki hevði funnið uppá at felt løgmann.
Tað ber ikki til, at eitt av umboðum floksins á tingi so greitt stuðlar tí løgmanni, sum umboðar mest høgravenda politikk nakrantíð í Føroya søgu – og samstundis gongur so greitt ímóti sínum egna formanni og flokki.
Tá Javnaðarflokkurin er í samgongu, mugu allir løgtingslimir floksins vera í samgongu. Tá Javnaðarflokkurin er í andstøðu, mugu allir løgtingslimir floksins vera í andstøðu.
Men soleiðis er støðan í Javnaðarflokkinum tíverri ikki í løtuni. Flokkurin virkar ikki sum ein eind, og hevur ikki ta trúvirði, hann skal hava.
Hetta kann ikki halda fram. Gerhard Lognberg hevur so ofta farnu árini virkað, talað og atkvøtt ímóti flokkinum - bæði grundsjónarmiðum, floksleiðslusamtyktum og formonnum floksins - at hann eigur ikki at umboða flokkin á Føroya Løgtingi longur.
Tað er eitt sera álvarsamt stig at koyra ein tinglim úr flokkinum, men í hesum føri er hetta einasta loysn, um flokkurin skal endurvinna álitið.
Endamál Javnaðarfloksins er at vinna valdið aftur, landi og fólki at frama. Fortreytin fyri hesum er, at flokkurin hevur trúvirði og virkar sum ein stjórnarberandi eind. Limir, veljarar og samstarvsfelagar skulu vita, hvørjum flokkurin stendur fyri.
Tí verður mælt floksleiðsluni til at taka limaskapin í Javnaðarflokkinum frá Gerhardi Lognberg.
Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
Norðstreymoyar Javnaðarfelag
Vága Javnaðarfelag
Eysturoyar Javnaðarfelag
Norðoya Javnaðarfelag
SU-Sosialistisk Ung
--
Sambært lógum floksins kann floksleiðslan taka limaskap frá limum. Floksleiðslan er mannað av 35 álitisfólkum úr øllum limafeløgum, og er hægsti myndugleiki millum landsfundirnar.
Innkomna málið er sett á skrá til floksleiðslufund leygardagin 2. november 2013.
Javnaðarflokkurin