Vilja hava kvinnu til biskup

Í 1994 sluppu kvinnur at virka sum prestar í anglikonsku kirkjuni í Bretlandi, og í dag er fimti hvør prestur kvinna. Men tað er ikki nóg mikið, siga summi, og tey krevja nú, at Bretland skal fáa sín fyrsta kvinnuliga biskup.

Tað ljóðar, at leiðslan í kirkjuni er ikki serliga fegin um hugskotið, men kortini stendur í einari frágreiðing hjá kirkjuni, at Bretland kann fáa sín fyrsta kvionnuliga biskup í 2012. Í frágreiðingini verður sagt, at tað fer at taka sína tíð at fáa ta fyrstu kvinnuna í eitt bispaembætið, tí slík embæti eru ikki leys á hvørjum ári, og harafturat er neyðugt, at minst ein kvinna er skikkað til embætið.