Vilja hava lægri skatt og fleiri brúkaragjøld

– Samstundis skal frádrátturin til fiskimenn og tey, sum arbeiða uttanlands, takast av – men tey, sum tjena minst, skulu fáa pengar aftur

Skattaskipanin eigur at verða kollvelt. Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tey hava akkurát havt aðalfund og í tí sambandi minna tey á, at tey hava mælt til at lækka vanliga skattin. Men tey eru eisini greið yvir, at munagóðir skattalættar fara at kosta landskassanum, og kommunukassunum, stórar upphæddir. Arbeiðsgevararnir siga, at tískil má skattalættin fremjast yvir eitt longri áramál, og tað má gerast í tøttum samstarvi við kommunurnar. Og tey leggja afturat, at fyri at útvega aðrar inntøkur til landskassan og kommunukassarnar fyri tær inntøkurnar tey missa av skattalættanum, skulu frádráttirnir í skattinunum strikast. Tveir frádráttir, sum eru í skattinum, er fiskimannafrádrátturin og frádrátturin hjá teimum, sum arbeiða uttanlands. Men arbeiðsgevarafelagið leggur eisini dent á, at tað verður neyðugt at áseta fleiri tænastugjøld­ og brúkaragjøld.

 

Men Arbeiðsgevafelagið vísir samstundis á, at tað ber neyvan til at seta fleiri tænastugjøld og brúkaragjøld í gildið uttan at tað fer at raka tey, sum tjena minst, hart. Tær lægstu inntøkurnar rinda lutfalsliga lítið í skatti, men skal tað bera til at geva miðalinntøkunum ein skattalætta, sum verður fíggjaður við tænastugjøldum og brúkaragjøldum, verður helst eisini neyðugt við afturberingum til lægstu inntøkurnar, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

 

– Tað hevur eisini stóran týdning, at skattaskipanin er soleiðis, at tað altíð loysir seg at arbeiða . Tað má ongantíð vera skattaskipanin, sum setir lønmóttakarar í eina slíka støðu, at tað fíggjarliga loysir seg betur at lata vera við at arbeiða, sigur Arbeiðsgevarafelagið.