info
Ongi úrslit

Vilja hava minst eina hálva millión

Tað er fyri at tet kunnu fylgja við í tí, sum fyriferst í samfelagnum

Áki Bertholdsen
25. november 2021 kl. 13:26

Deyvafelagið heitir nú á Løgtingið um at játta felagnum minst 500.000 krónur aftur at næsta ár. Tey siga, at pengarnir skulu brúkast til at seta teknmálstulking til tíðindasendinganar hjá Kringvarpinum, Dag og Viku. Tey siga, at tað stendur illa til í so máta, og sum dømi nevna tey, at í oktober vórðu bert fimm Dagir og Viku sendingar teknmálstulkaðar - og tær vóru seinkaðar 1-3 dagar.

– Deyv hoyra ikki útvarp, og nógv deyv lesa eisini illa, tí er tað av størsta týdningi, at vit fáa Dag og Viku tulkaða, sigur Deyvafelagið.

Tey vísa á, at Kringvarpið hevur latið uppgávuna at tulka Dag og Viku til Teknmáls- og tulkatænastuna hjá Almannaverkinum. Men tey fáa ikki útvegað nøktandi tulking, tí tey hava vara hálvan annan tulk í starvi, umframt eitt skrivstovufólk upp á 3⁄4 tíð.

Á fundi við Mentamálaráðið og Kringvarpið herfyri varð ein ætlan løgd, har Deyvafelagið kundi roynt at yvirtikið arbeiðið at útvega tulk til Dag og Viku. Tað vil siga, at studio, sum fyrr hevur ligið í Almannaverkinum, verður flutt út í Deyvahúsið. Kringvarpið hevur áður upplýst, at trupulleikin er, at tað er so ringt at útvega deyvatulkar. Men Deyvafelagið sigur, at tey hava gott samstarv við allar tulkar, og tí halda vit at tað er eina roynd vert.

– Vit vilja ógvuliga fegin útvega hesa tænastu til limir okkara, men í løtuni hava vit ikki fíggjarliga orku at gera hetta arbeiðið. Vit hava ein dagligan leiðara í 70 prosent í starvi, umframt ein deyvaráðgevara, sum starvast 15 tímar um vikuna.

– Á einum fundi við Mentamálaráðið segði eitt embætsifólk, at Teknmálstulkatænastan fer at fáa 2,9 milliónir næsta ár – og tey hava framvegis bara hálvanannan tulk í starvi og eitt skrivvstovufólk í 3⁄4 starvi.

Í Deyvafelagnum samanbera tey seg við Sjóndepilin, sum fær 6,8 milliónir um árið í stuðli, og tey hava 10,5 fólk í starvi. Deyvafelagið hevur eina játtan upp á 982.000 krónur um árið.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Avstralskur politikari ákoyrd av bili

17 minuttir síðan
Tíðindi

Tvey útlendsk skip landa makrel hjá Varðanum Pelagic

58 minuttir síðan
Tíðindi

Marknaðarfólk seta sjóneykuna á vitlíki og marknaðarføring

1 tími síðan
Hondbóltur

Pauli og Ovi vóru fremstu málskjúttarnir hjá Bergsøy

1 tími síðan
Ítróttur

Meistararnir flúgvandi byrjan

1 tími síðan
Tíðindi

Harðligt stríð í Íslandi um Russland og NATO í Arktis

1 tími síðan
Tíðindi

Brúgvin millum Biskupstorg og Rótina stongd í fýra dagar

2 tímar síðan
Tíðindi

Putin vil hitta Trump og Xi um Ukraina

2 tímar síðan
Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á Kyiv í nátt

3 tímar síðan
Tíðindi

Høvi at vitja umborð á Bretagne í dag

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF fekk bank á útivølli

4 tímar síðan
Tíðindi

Skagerak: Fýra sluppu av brennandi fiskiskipi

10 tímar síðan