Ein meiriluti av heimsins íbúgvum vilja hava teir politisku leiðararnar at taka neyðug stig á veðurlagsráðstevnuni, sum byrjar í Keypmannahavn í dag. Í einari meiningakanning, sum BBC hevur skipað fyri, siga 64 prosent av teimum spurdu, at í teirra eygum eru veðurlagsbroytingarnar ein álvarssamur trupulleiki. Í einari tilsvarandi kanning í 1998 høvdu 44 prosent ta áskoðanina.
Í nýggju kanningini siga 61 prosent, at tey taka undir við tiltøkum at avmarka veðurlagsbroytingarnar, hóast tað kann fáa avleiðingar fyri landsins búskap.
BBC spurdi 24.000 fólk í 23 londum.